JN

Myndir: Tita er lend í Vágum

...

2020-06-19 20:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld klokkan 20:25 setti nýggjasta flogfarið hjá Atlantic Airways seg í Vágum. Flogfarið eiur Tita eftir listakvinnuni Titu Vinther.

Atlantic Airways sigur um Titu, at Tita Vinther var slóðbrótandi listakvinna innan føroyska tekstillist. Í 2005 fekk Tita Vinther stóra viðurkenning, tá ið hon fekk Mentanarvirðisløn landsins. Fleiri av hennara verkum eru ogn hjá eitt nú Listasasavni Føroya, og hon hevur havt ein týðandi leiklut í føroyskari listasøgu. Tita andaðist í 2019.

Nýggja flogfarið er av slagnum Airbus 320neo, og er tað 4. flogfarið í flotanum hjá Atlantic. Hini flogførini sum Atlantic hevur eru av slagnum Airbus 319, Airbus 320 og Airbus 320neo.

Tita hevur pláss fyri 174 ferðafólkum, og er tað langtíðarleiga.

Tað vóru fá fólk á flogvøllinum í kvøld, sum tóku ímóti nýggja flogfarinum. Sum so mangt annað, so hevur korona eisini ávirkan á tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder