2020-06-06 17:24

07 Vestur tók í dag imóti teimum næstbestu hjá AB í 6. umfari í 1. deild. Undan dagsins dysti hevði 07 Vestur bert fingið trý stig av teimum 15 møguligu. 07 Vestur spældi 3 teir fyrstu dystirnar javnt, og hevur tapt tveir teir seinastu.
07 Vestur vann dystin 2-0 á AB, Solomon Kwao skoraði eftir 19. min. og Tór-Ingar Akselsen staðfesti sigurin í yvirtíðini. Tó kann sigast, at talan var um ein javnan dyst.
Myndirnar hevur Finnur Joen Jacobsen tikið fyri JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald