JN

Myndir og filmsbrot: Springarar í Sundalagnum

...

2020-05-10 20:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um 13-tíðina í dag fekk løgreglan eina fráboðan um grind útfyri Rituvík, tað vísti seg tó skjótt at talan var um ein stóran bólk av springarum. 

Avgerð er tikin um, at grind og spingarar ikki skulu haldast til meðan Korona herjar. Almennu tilráðini eru, at fólk skulu halda hóskandi frástøðu (2 metrar og ikki fleiri enn 50 fólk skulu samlast, tí var avgjørt at ikki halda teimum til.

Springarnir hava síðini svomi millum oyggjarnar, og hava fólk kunna fylgt við teimum í allan dag.

Myndirnar tóku við um 20 tíðina í Sundalagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder