JN

Myndir: Norðlýsið er aftur í Sandvík

...

2020-09-19 19:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um 16:30 tíðina í dag kom Norðlýsið aftur til Sandvíkar, seinastu níggju mánaðirnar hevur Norðlýsið staðið á Tvøroyri Johan Olsen, bátabyggjari, hevur høvuðsumvælt hann. 

Nógv fólk vóru samlaði í Sandvík tá ið báturin kom aftur í dag.

Stóri árabáturin úr Sandvík - Norðlýsið - hevur bæði verið brúktur til fiskiskap, grindaflutning og kappróður, umfamt at hann hevur flutt stór djór úr Stóru Dímun.

Seksæringurin Norðlýsið hevur øll 127 árini havt heimstað í Sandvík. Í mong ár hevur hann staðið í neystinum, men nú er hann settur í góðan stand, so nýggj ættarlið kunnu fáa gleði av honum.

Tað vóru fólk, ið eru úr Sandvík ella ættaði beinleiðis úr Sandvík, ið mannaðu bátin henda søguliga túr, har menn róðu frá fyrsta keypstaðnum við útihandli frá 1836, Tvøroyri og til gomlu bygdina Sandvík frá víkingatíð. Um 13:15 tíðina var lagt til brots av Tvøroyri.

Bygdin doyði út undir Svartadeyða mitt í 1300 talinum. Bygdin bleiv endurreist í 1816, tá í tvey ung pør búðsettist í Sandvík og 18. okt. í 1916 broytti bygdin navn frá Hvalvík til Sandvík eftir skaðagrindina í Sandvík.

Hesi fingu eftirkomarar og fleiri setti búgv har í bygdini og har varð og er ein rík mentan, ið gjøgnum rithøvundar og onnur er borðin út kring landið. Av sonnum er tað ein søgulig hending, at menn í dag róðu sama tein, sum forfedrar teirra hava róð so mangan fyrr við Norðlýsanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder