2020-04-24 08:15

Í góðveðrinum í gjár, varð skipað fyri sandslott's kapping, á sandinum bæði Miðvági og Sandavági. Sigast má at undirtøkan var sera góð, og børn og vaksin hugnaðu sær óført saman - men í frástøðu. Hetta var sonn sálarheilsa fyri øll.
Sjálvdan hava vit sæð so nógv børn spæla og hugna sær niðri á sandinum samstundis. Takk fyri at tit komu, tað var sera fittligt, skrivar Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald