2020-07-22 06:40

Í gjár var súkklutiltakið Everesting, sum gongur út uppá at súkkla líka nógvar hæddarmetrar sum heimsins hægsta fjall - Mount Everst. Tað var Jákup Petur Eliassen ið hevði sett sær fyri at súkkla Everesting, og skuldi hann súkkla frá Auto Service og niðan á Kleynsverða, ikki bara einaferð, men heilar 42 ferðir.
Jákup Petur kláraði at súkkla teinin uppá 15 tímar, eisini kláraði Suni Lamhauge at súkkla teinin.
Um 500 fólk høvdu lagt leiðina forbí Auto Service í gjár í sambandi við tiltakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald