JN

Myndir: Neistin vann 25-24 á KÍF

...

2021-02-10 22:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF hevði í kvøld vitjan av Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum.

Talan var um ein tættan dystin, og fylgdust liðini væl allan vegin, men var Neistin tó á odda so at siga allan dystin. Tá ið eitt korter var leikt var støðan 7-8 til Neistan, og var hálvleiksstøðan 13-14.

Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki javnaði KÍF til 19-19. Neistin fekk síðani trý mál meðan tað gingu 7. minuttir til KÍF kom uppá 20-23. Dysturin endaði 24-25.

Málskjúttar: 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Nicklas Selvig 5, Rúni Joensen 3, Teitur Joensen 2, Hørður F. Sigthórsson 2, Fríði Weihe 2, Nikolay Bliznov 2, Rani Højgaard 1 og Tony Weihe 1.

Neistin: Rasmus Søby 7, Dánjal Ragnarsson 4, Pauli Høj 4, Julian Kragesteen 3, Karl Martin Olsen 2, Jónsvein Dulavík 2, Herbjørn Lava 1, Tróndur Kragesteen 1 og Jonn Rói Tórfinnsson 1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder