JN

Myndir: Klakkur komin á Klaksvík

...

2020-01-09 22:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tekstur og myndir Dávur Winther: Eftir eina heldur buldraliga heimferð úr Noregi, har nýggi Klakkur er keyptur, legði Klakkur at á vestaru bryggju í dag, beint eftir miðdag.

Tað vóru rættiliga nógv fólk komin at taka í móti hesum ???nýggja??? og sera snotiliga skipinum, sum er eitt rættilig framstig í ???línu-høpi??? her um leiðir, tó at hann er 10 ára gamal. Í fremstu røð, stóðu m.o. landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vertergaard, Hanus Hansen, reiðari og Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Nýggi Klakkur er fyrrverandi Geir II, sum er bygdur á Fiskestrand Verft AS í 2010 fyri reiðaríið H. P. Holmeset AS.

Hesin Klakkur kemur inn í staðin fyri gamla Klakk, sum í 2019 helt sín 30 ára føðingardag. Hesin er seldur til felagið handan Jákup B., og fær navnið Carlton.

Samstundis fær gamli Klakkur navnið Jákup B. Kanska eitt sindur fløkjasligt, men er hetta tekin um nógva aktivitetin, sum er í fiskivinnuni í Klaksvík í løtuni.

Spennandi verður hvussu hesin nýggi Klakkur kemur at roynast, nú rullumaðurin kann standa og draga í berari skjúrtu miðskeiðis í skipinum, har rullu- ella línuholið nú er.

Nýggi Klakkur hevur bert einmanskømur, umframt venjingarhøli og onnur felagshøli. Eisini hevur hann sjúkrastovu. Fabrikkin sær rættiliga framkomin út, eins og maskinrúmið er rúmligt og sera væl hildið. Báturin rúmar 370 tons av fiski.

Eigararnir eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen umframt Hanus Hansen. Skipari verður Líggjas Johannesen.

Við á heimferðini var eisini Beinir Johannesen, býráðslimur og løgtingsmaður, ið er sonur skiparan, Líggjas. Sum skilst hevur Beinir góða sjónátúru og fingu Havhestarnir einki frá honum, tó at tað var av ringasta verði á heimferðini.

Helst verður farið á Flemish Cap fyrsta túrin.

Til lukku og góða eydnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder