JN

Myndir: Kekkar komu her við einum hernaðarflogfarið

...

2021-05-01 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað var fríggjamorgunin, at eitt EADS CASA C-295 hernaðarfraktflogfar hjá Czech Air Force, setti seg á flogvøllinum í Vágum. 

Umborð á hernaðarfraktflogfarinum var landsliðið hjá Kekkum í hondbólti. Teir fóru avstað aftur um eitt tíðinda í nátt, og høvdu teir helst ikki væntað, at teir einki stig fingu heim við sær aftur.

Tað var í 1997 at fyrst C-295 hernaðarfraktflogfarið var royndarflogið, og hava tey verið í vinnu síðani 2001. 

Tað eru 164 flogfør gjørd av hesum slagnum. Í lýsingini av flogførunum stendur, at tey eru gjørd til 71 hermenn, 48 fallskýggjahermenn, 27 børur, fimm stórar plattar ella trý løtt akfør.

Vit tóku nakrar myndir á flogvøllinum, sí niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder