2021-04-24 11:15

Katrin Jóhanna fór mánadagin at sigla inn av svartkjaftafeltinum, og slapp framat at landa hjá Havsbrún í Fuglafirði í gjár, og fyri løtu síðani var liðugt at landa, og settu teir beinavegis kósina suður aftur á felti.
Tað var langt bíðitíð at landa hjá Havsbrún tá ið Katrin Jóhanna fór at sigla inn mánadagin, men nú er eingin bíðitíð.
Tað er tí at í gjár kom ein kunngerð í gildi, sum loyvir svartkjaftaskipunum at landa uttanlanda fram til tann 16. juni.
Tróndur í Gøtu, Arctic Voyager og Fagraberg eru farin til Danmarkar at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald