2021-02-16 07:52

Um 14 tíðina í gjár fóru um 20 mans til gongu úr Sandavági norð til Jarðarkonuáir har teir fóru at sláa tunnu. Seinastu árini hava nakrir mans úr Sandavági sligið tunnu saman seinnapart føstulávinsmánadag. Tvey tey fyrstu árini var sligið við Gálgasteini á markinum millum Sandavág og Miðvág. Fyrrárið var sligið í Løgmansgarðinum í Sandavági, og í fjør á Reynabrúgv.
Tað tók góðar tveir tímar at fáa tunnuna niður, og eftir tað var okkurt kvæði tikið.
Komnir heim aftur í bygdina var vitjað í nøkrum húsum í Giljum, og so var farið til bóndan á Nesinum, at fáa sær ein betri bita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald