Í gjáramorgunin samlaðust teir aftur í Undirhúsinum á Steig, vit hava fingið nakrar myndir.
Les eisini HER.
Bernhard Augustinussen hevði bjargingarmedaljuna hjá Suðuroyar-Dánjali við í gjáramorgunin - Bernhard er í 6. lið ættaður frá Suðuroyar-Dánjali.
Av fjalli at fjørstrond stendur soleiðis skrivað:
Um miðjan desember 1822 var Dánjal staddur í Vestmanna. Tá ein dagin kemur eitt mastrarleyst og sundursorlað skip rekandi gjøgnum Vestmannasund. Tað var norska briggin DEN KJ??KKE, sum 8. desember hevði fingið ein sjógv vestan fyri Føroyar, ið hvølvdi skipið og tók mastrar og alt omandeks við sær. Fleiri av manningini lótu lív.
Síðan hevði skipið rikið móti Føroyum og inn millum oyggjarnar, til streymurin, 16. desember, setti tað norður gjøgnum Vestmannasund. Maanningin hevði fingið annað akkerið og eitt varp niður, men áðrenn hakaði, var skipið so dygst í briminum, at ringar vónir vóru um bjarging.
Tó at veðrið var so ringt, at tað var váðaverk at leggja frá landi, fóru kortini trý áttamannafør úr Vestmanna at royna at koma til hjálpar. Á einum av bátunum var Suðuroyar-Dánjal formaður, og gjørdi hann her saman við Petur Fredriki Jacobsen úr Kollafirði tað bragd at sleppa upp á DEN KJ??KKE og bjarga teimum fimm monnunum, ið enn vóru á lívi, í bátin og síðan á land.
Dánjal royndi aftur at koma umborð fyri møguliga at bjarga skipinum; men veðrið var so mikið versnað, at einki var at gera, og eina løtu seinni sorlaðist DEN KJ??KKE í briminum norðanvert Kvívík.
Fyri tað dirvi og tann sjómansskap, Suðuroyar-Dánjal her hevði víst, fekk hann bjargingarmedalju frá kongi. Á aðrari síðuni stendur: Af Farens Svælg fremblomstrer Pris og Løn. Á hinari síðuni er mynd av Fríðriki VI kongi. Og á kantinum er merkt navnið Daniel Joensen. Hinir bjargingarmenninir fingu 100 rbd. at býta sundur sínámillum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald