2021-02-01 06:15

Seinastu dagarnar hava nógv fólk spælt sær á ísinum á Vatninum í Vági, men Vágs kommunu ávarar nú um, at ísurin á Vatninum er ikki tryggur nokk.
Hesar myndirnar tóku vit í gjár.
Heimasíðan hjá Vágs kommunu skrivar: Fólk frá Suðuroyar Syðra Bjargingarfelag og Sløkkuliðnum, hava verið á Vatninum og kannað um ísurin er tjúkkur nokk. Ísurin var úr 6 cm upp í 9 cm tjúkkur og tað er ikki trygt nokk og tí er tað ikki ráðiligt at skipa fyri nakrari kapping á Vatninum.
Fólk verða biðin um at vera ansin um tey fara út á ísin. Bjargingarfelagið hevur sett keylir og lagt endar við keylurnar, um illa vil til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald