
Settúrslit: 25-22, 26-24 og 25-22.
Flogbóltssambandið skrivar:
Dráttur og Fleyr spældu í dag ein sera spennandi dyst á Giljanesi. Sjálvt um dysturin endaði 3-0 til Drátt, so kempaðu Fleyr-kvinnurnar væl og góvu vágakvinnum mótstøðu líka til síðsta bóltin.
Fyrsta settið var merkt av nógvum servifeilum frá báðum síðum. Tó eydnaðist tað Fleyr at halda seg frammanfyri við einum ella tveimum stigum ein stóran part av settinum. Men ímóti endanum av settinum fekk Dráttur skil upp á servurnar, og tí megnaðu tær eisini at koma aftur í aftur og vinna settið 25-22.
Í øðrum setti vóru servurnar meiri støðugar frá báðum síðum, men aftur hetta settið kom Fleyr best frá byrjan og var gjøgnum størsta partin av settinum fleiri stig frammanfyri. Sjálvt um tað sá út til at tað fór at eydnast teimum at taka hetta settið, tá tær vóru frammanfyri 24-22, so megnaðu Dráttur-kvinnurnar at halda høvdið kalt, og serliga við góðum servum frá Bettieyð Ellingsgaard vunnu tær settið 26-24.
Í triðja setti kom Dráttur betur frá byrjan, men tó skiftust liðini um at vera frammanfyri. Tá tað leið ímóti enda, kláraði Dráttur tó enn einaferð at leggja seg fram um og vinna settið 25-22 og harvið dystin 3-0.
Tað vóru nógvir góðir og langir bóltar í dystinum, og tí bleiv dysturin eisini rættiliga langur, hóast hann endaði 3-0.
Við teimum trimum stigunum nápaði Dráttur fyribils FM-finaluplássið frá Fleyr, sum datt niður á triðja pláss ??? eitt stig aftanfyri Drátt á øðrum plássi.
Hesi bæði liðini møtast longu aftur í hálvfinaluni í steypakappingini næsta leygardag, so lagt er upp til háspenning!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald