2020-08-01 11:40

Sørvágstrolarin Brestir, sum hevur fiskað svartkalva við Eystur-Grønland, kom í morgun á Miðvág fullfermdur av svartkalva, Brestir hevur góð 300 tons.
Brestir fór úr Føroyum 15. juni, teir fingu trupulleikar við trolspølunum, so teir noyddust inn í Íslandi, tá ið túrurin var hálvur, Annars hevur viðrað væl og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tað eru 13 mans við Bresti skipari er Thorman Niclasen úr Bø.
Brestir skal landa í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald