
Jens Mortan Rassmussen og sonurin Sonni í Króki Rasmussen fóru við bátinum at hyggja eftir hesum heldur sjálvsomu gestunum.
Jens Mortan greiðir frá, at mitt í tí heila, ímeðan vit liggja stillir, so vendur ein hvalur ímóti okkum og rendi á seglbátin, tað skalv alt. Eitt fantastiskt upplivilisi.
Á Wikipedia stendur at lesa: Augustur (Physeter macrocephalus) er heimsins størsti tannhvalur. Hannurin kann blíva uppí 20 metrar langur og viga uppí 50 tons. Honin er uppí 12 m til longdar og vigar 16 tons.
Augusturin livur í høðvusheitum av høggislokki. Hvalurin hevur einar 19 - 23 spískar tenn í tí klæna undirkjaftinum. Í yvirkjaftinum hevur hann holur, sum tenninar passa uppí.
Augusturin hoyrir til millum teir hvalinir, sum kava longst niður. Teir kunnu vera undir í yvir ein tíma og kava longur enn ein km niður, teir stóru hannanir kunnu fara enn longur niður.
Augustur kann liva upp til umleið 70 ár.
Myndir: Sonni í Króki Rasmussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald