2019-07-16 12:00
Komin úr Runavík frá arbeiði í kvøld, kom eg í prát við ein býráðslim í Klaksvík. Tað fyrsta hann spyr meg um, er um tað veruliga er so galið í Runavík, at tíðaravmarkað parkering er sett í gildi á havnalagnum. Ja, svarið eg, so er - skil tað hvør í skilja vil.
Hann fortaldi mær síðan, at heilt afturi í 2005/2006 bleiv øll tíðaravmarkað parkering avtikin á havnalagnum í Klaksvík.
Her skuldi eingin fáa bót fyri at fara til arbeiðis ella til útróðrar.
Tað hevur altíð verið strævið, at rikið egið virksemi - tað vita øll, sum hava roynt tað. Men at skula stíðast við lokala myndugleikan, tí tú roynir at reka virksemi á staðnum, er allarhelst eindømi í Føroyum.
So um broyting ikki kemur í viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum á havnalagnum í Saltangará, so letur Dekkservice ikki uppaftur eftir summarfrítíðina - kanska er tað tað býráðslimirnir ynskja, men so kundu teir bara sagt tað.
Í síðstu viku komu nakrir sjómenn aftur av skipi. Allir, sum høvdu parkera við frostgoymsluna í Saltangará, høvdu fingið bót - onki stuttligt at koma heim aftur til, og teir vóru heldur ikki blíðir.
Men kanska onkur onnur kommuna tímir at hýsa vinnuligum virksemi og sjómonnum???
Jan Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald