Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í undirvísingarmálum
1. Hvussu er støðan viðvíkjandi happing í føroyska fólkaskúlanum ídag?
2. Verður nøkur eftirmeting gjørd av tiltøkunum, sum vórðu sett í verk við støði í tilmæli í frágreiðingini, sum var gjørd í kjalarvørrinum av kanningini á vári í 2015.
3. Hvørji eru næstu stigini fyri at basa happingini?
Seinastu 10 árini eru tvær høvuðskanningar gjørdar um happing í fólkaskúlanum. Fyrra kanningin varð gjørd í 2007 og seinna í 2014 saman við eini frágreiðing. Í frágreiðingini vórðu nøkur tilmæli um, hvussu happing skal basast. Nøkur átøk eru gjørd. M.a. stendur at lesa á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum:
Faldari er gjørdur til allar næmingar og er ætlaður sum eitt amboð at miðla kanningina til næmingarnar og sum eitt amboð at samskifta og tosa við næmingarnar um, hvussu vit kunnu basa happing og økja um trivnaðin. Faldarin er eisini lisin inn á ljóðfílu, sum ein møguleiki at brúka m.a. til yngru næmingarnar o.o., sum hava tørv á at fáa tekstin lisna upp.
Eisini onnur átøk eru gjørd.
Tað hoyrist støðugt um happing í fólkaskúlanum. Hvørt ár kemur nýggjur árgangur til og nýggj happing tekur seg upp alla tíðina. Tí er neyðugt við áhaldandi arbeiði og tiltøkum at basa happingini.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald