2019-03-18 14:52
Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna i heilsumálum - skal svarast mikudagin
1/ Metir landsstýriskvinnan, at verandi leiðsla í heilsumálaráðnum, fyristingarliga og politiska, er førð fyri at stýra heilsuverkinum í tí stóru kreppu tað er enda í- og í heila tikið?
Viðmerkingar:
Samfelagsliga búskapar- og vælferðarframgongdin seinastu 6-7 árini er søgulig og ovurhonds, men týdningarmikla heilsuverk okkara, herundir sjúkrahúsini, tykist ikki hava fingið nøktandi lut í hesi framgongd.
Nevnast kann veruleikin frá í fjør summar og heyst, har steðgur var lýstur, frá mei til oktobur, fyri at senda onnur enn álvarsliga sjúk av landinum. Samstundis varð røktin av nøkrum av eldru okkara skerd heilt niður í 20% av tí tørvur var á, meðan heilsusystrar róptu neyðarróp vegna teir nýføðingar og tær mammur, sum hesar varða av.
Omaná alt hetta kemur so dagsins veruleiki, har sjúkrahúsverkið tykist verða slept upp á fjall. Leiðandi stjórin hevur sagt seg úr starvi, felag sjúkrarøktarfrøðinga talar at, framstandandi lækni vísir á skeivu gongdina, og starvsfólk í heilsuverkinum í hundraðtali orða og skriva undir mótmælisskriv móti skilaleysu støðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald