Politikkur

Munnligur fyrispurningur til Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini

...

2019-02-13 12:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini

1. Hvør er orsøkin til, at tingmál nr. 33/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja fótbóltshallir, sum varð lagt fyri Løgtingið 20-09-2018 og tikið til fyrstu viðgerð hin 08-10-2018, ikki enn er avgreitt úr mentanarnevndini?

2. Hvør er orsøkin til, at nevndin ikki fyrrenn hin 12. desembur 2018, altso ein mánaða og 4 dagar eftir, at mentanarnevndin sambært skipanini átti at avgreiða málið, biður løgtingsformannin um longda freist?

Tað er ikki óvanligt, at tingmál, sum tingfólk úr andstøðuni leggja fyri Løgtingið, fáa so drúgva nevndarviðgerð, at mál stundum detta burtur. Tingmál nr. 33/2018, sum er uppskot um stuðul til at byggja fótbóltshallir og sum Jákup Mikkelsen og undirritaði løgdu fyri Løgtingið, varð fyrst lagt fram í undanfarnu tingsetu. Men málið dróg so nógv út, at tað varð ikki avgreitt úr Mentanarnevndini, tá Løgtingið fór í summarfrí á vári 2018. Tí løgdu tingmenninir aftur málið fyri Løgtingið tíðliga í hesi tingsetuni við tí endamáli, at nú skuldi Løgtingið fáa ríkiligt av tíð at viðgerða málið. Málið fekk 1. viðgerð hin 8. oktobur 2018.. Nú vit skriva 11. februar 2019 eru gingnir 4 mánaðir og 13 dagar ??? íalt 136 dagar -, síðani málið varð beint mentanarnevndini.

Sambært gerðabókini hevði nevndin málið til viðgerðar hin 14. novembur, har Rigmor Dam, landsstýriskvinna var á fundi saman við Landsverk í 20 minuttir. Avgjørt varð á hesum fundi at skriva álit. Men hóast avgjørt varð at skriva álit, varð málið sett á skrá til næst komandi fund, sum varð hildin 21. novembur. Málið varð ikki viðgjørt á hesum fundi, ei heldur á teimum næstu tveimum. Men hin 12. desembur varð málið aftur viðgjørt, hóast samtykt varð at skriva álit á fundi ein knappan mánaða frammanundan. Ein fundur er hildin í ár, tað var hin 6. februar. Á hesum fundinum varð málið um fótbóltshallirnar aftur viðgjørt, tó uttan at nakað álit er komið úr nevndini. Næsti fundur er settur at vera mikudagin hin 13. februar, har málið um fótbóltshallirnar enn einaferð stendur á skrá.

Uppskotssetararnir hava eina vón um, at mentanarnevndin vil málinum væl og tí gevur sær góðar stundir at viðgera málið. Er tað orsøkin, hevur bíðitíðin ikki verið til fánýtis.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder