1. Hví selir landsstýrismaðurin ein part av rættindunum á afturlatnari uppboðssølu?
2. Hvat væntar landsstýrismaðurin at fáa burturúr afturlatnari uppboðssølu, sum hann ikki fær burturúr opnari uppboðssølu?
3. Hvør fær fyrimun av afturlatnari uppboðssølu?
4. Hvaðani er fyrimyndin fyri afturlatnari uppboðssølu?
5. Hvørjar eru royndirnar higartil av áður hildnum afturlatnum uppboðssølum?
Landsstýrismaðurin hevur lýst kunngerð um uppboðssølu fyri 2019. Enn einaferð fer kunnger landsstýrismaðurin, at ein partur av rættindunum skal seljast á afturlatnari uppboðssølu. Eftir at lógin um fyrisiting av sjófeingi varð samtykt, hevur hugtakið ???afturlatin uppboðssøla??? vunnið sær veg inn í fyrisitingina av lógini. Vinnan mótmælir øll sum hon er. Fleiri undrast yvir, at landsstýrismaðurin ikki lurtar eftir vinnuni, táið bæði tey í vinnuni, sum kunnu hugsast at hava fyrimun av opnari uppboðssølu, og tey, sum ikki kunnu hugsast at hava fyrimun av opnari uppboðssølu, mótmæla. Landsstýrismaðurin hevur ikki greitt nóg væl frá veruligu orsøkunum til, at ein partur skal seljast á afturlatnari uppboðssølu.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald