Politikkur

Monologurin í Degi og Viku -afturljóðið frá farnum tíðum

...

2018-10-02 21:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur eitt deja-vu í KvF í gjárkvøldið, har landsstýriskvinnan óskorin slapp at manipulera og siga ósatt um fíggjarlógina og útreiðsluvøksturin.

Hin altíð snøggi og vinskipiligi verturin hevði bara lutin sum tann uppiíprátandi ??? sum handan borðið skuldi inna framløguna.

At henda samgongan higartil hevur vaksið um almennu nýtsluna við nærum milliardini og manipulerað seg til helvtartøl, var slettis ikki til viðgerðar.

Tvørturímóti slapp landsstýriskvinnan við tillærdum eygnabráðum at seta skránna í allari viðtaluni,

har hon eftir tørni droymandi stardi inn í framtíðina og so í næsta andarhaldi hugsanarsom sorgblítt við hálvlokaðum eygnahvarmum varpaði bráið á ???væleydnaða??? fíggjarliga veruleikan.

Samstundis var hon uppá skift speirekandi og yvirberandi mótvegis andstøðuni, sum slettis ikki vil tosa politikk men bert teknikk?? Uttan at hon so mikið fekk spurningin um, hvat hon meinti við!

Og so slapp hon líka at sletta millum setningarnar, at nú verður 1 milliard niðurgoldin av skuldini.... tøgn hinumegin borðið.

Loksins slapp hon alfaðirliga at staðfesta, at andstøðan eisini ynskir varnan útreiðsluvøkstur, men ..... at sama andstøða tíverri hevur borðreitt við 100-tals mio kr í útreiðsluvøkstri og samstundis vil minka um inntøkurnar. Eingin undran frá vertinum.

Sjálvprofilering

At landsstýrsiskvinnan soleiðis einvegis slapp at definera sannleikan er óhoyrt. Pástandurin um, at útreiðslurnar til samhaldsfasta bara fylgja gjørdum mannagongdum er ósatt.

Undanfarnar samgongur hava ongantíð minkað um útreiðslurnar til fólkapensiónina og síðani flutt tær í eksternar skipanir, sum henda samgongan ger.

Sparingin á fíggjarlógini av niðurlagingini av grundupphæddin til pensionistar táttar í 50 mio kr árliga. Sostatt er talan um at fjala tær útreiðslur, sum sjálvsagt eru partur av almennu skyldunum og skulu vera við í fíggjarlógini.

Samstundis er tikin politisk avgerð um at vaksa um inngjaldið í samhaldsfasta fyri at økja um útgjaldið ??? 115 mio kr í 2019. Ein rein politisk avgerð, sum økir um skattatrýstið og almennu útreiðslurnar.

Og talan er um reina peningamaskinu. Samhaldsfasti fer at gjalda 1045 kr meira um mánaðin til pensionistarnar. Hetta skal skattast. So pensionisturin fær bara 680 kr.

Fyri at pensionisturin skal fáa 680 kr/mðr, má einstaki løntakarin rinda 1750 kr.

Landið og kommunurnar fara avstað við 1045 kr í skatti frá løntakara og pensionisti.

At landið soleiðis stingur eins stóra upphædd í kassan sum pensionisturin fær er hugvekjandi. Men bara skattainntøkurnar verða skrásettar at pynta um landskassaavlopið, útreiðslurnar verða fjaldar uttanfyri.

Sama nummarið varð nýtt, tá grundarupphæddin til fyritíðarpensionistar bleiv skattafrí. Kostnaðurin uppá 25 mio kr varð fjaldur og ikki skrásettur á fíggjarlógini.

Bara á hesum økjum eru samanlagt beindar burtur útreiðslur uppá 75 mio kr árliga. Og eingin spyr.

Sminkaða fíggjarlógin

Í 2019 verður almenni útreiðsluvøksturin um 350 mio kr - nevniliga tær 232 mill. kr á fíggjarlógini og 115 mill. kr. úr samhaldsfasta, sum verða sminkaðar burtur. Ein útreiðsluvøkstur uppá omanfyri 7%.

??treiðslugildið verður goldið við kassa eitt av fiski- og alivinnuni. Har verða eingi atlit tikin til umstøðurnar hjá vinnunum. Koma bakkøst fær landskassin stórar fíggjarligar trupulleikar.

Men tá verða tað sjálvsagt onnur sum fara at sita við bæði politikinum og teknikkinum í kneppinum, meðan sosialistiska gongan fer at sita handan andstøðuborðini - brúka seg og tala at.

Afturljóðið

At hoyra landsstýriskvinnuna er sum afturljóð av forsíðuni á 14. September valdagin 8. november 1988, har Tjóðveldisflokkurin við kurvum og stabbum á forsíðuni kunngjørdi, at:

???Tølini tala fyri seg. So er líkamikið hvussu onnur royna at snúgva teimum, tí veruleikin reingist ikki. Hygg at tølunum. Er tað ikki lætt at vísa aftur tí, sum Fólka- og Sambandsflokkurin føra fram????.

Skamma stund aftaná fór landið á heysin og 7000 fólk rýmdu av landinum.

Bjarni Djurholm


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder