Løgtingsmál nr. 91/2018: Misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann
Uppskotummisálitisváttan
Vísandi til § 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til § 47 í Tingskipanini, samtykkirLøgtingið misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann.
Viðmerkingar
Glasir, ið er dýrasta byggiverkætlan í landinum, har útreiðslurnar tátta í 700 mió. kr, lýkur ikkitrygdarkrøv. Næmingar og starvsfólk kenna seg ótrygg, sjálvt um skúlin varð tikin í nýtslu í augustmánaði.
Hvørki tíðar- ella kostnaðarætlanir hava hildið. Hóast boðað varð frá álvarsligum trupulleikum viðbyggingini, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum ikki latið við seg koma.
Undir seinastu eykajáttanini til Glasir kom fram, at 14 mió. kr. eru brúktar í heimildarloysi,umframt at tær 7 mió. kr., ið Løgtingið játtaði til flagtekju, eru nýttar til onnur endamál.
Landsgrannskoðarin hevur, í notati frá januar í 2017 til Løgtingsgrannskoðararnar um játtanar- ogútreiðslugongdina í samband við verkætlanina at byggja Glasir, staðfest, at:
???Játtanin til Skúladepilin er latin undir § 7 ???Mentamál???. Mentamálaráðið hevur latið Landsverkiræðisrættin til játtanina, men ábyrgdin fyri, at játtanin fer at halda, og at borgarin fær tað fyripeningin, sum rindað er fyri, liggur hjá Mentamálaráðnum.???
Síðani málið um óheimilaðu meirnýtsluna kom fram alment, hevur landsstýrismaðurin ferð aftan áferð sagt ábyrgdina frá sær, hóast hon gekk á odda, tá skúlin varð tikin í nýtslu í summar.
Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrismonnunum sambært § 33, stk. 2 í Stýriskipanarlógini, vilkortini ikki staðfesta ábyrgdina av meirnýtsluni. Hann letur bara standa til. Pengar eru brúktir íheimildarloysi. Hetta er ólógligt. Løgmaður eigur at røkja sína eftirlitsskyldu, men tað ger hann ikki. Løgmaður hevur í miðlunum víst til Landsverk, ið hevur givið arkitektunum skyldina. Í dag erstjórin í Landsverki loystur úr starvi, fyri at løgmaður skal sleppa undan at taka politiska ábyrgd.Hetta er at rætta bakara fyri smið, sum løgmaður so væl segði í fjølmiðlunum.
Andstøðan ynskir at fáa byggingina avgreidda skjótast gjørligt, men hevur ikki álit á, at pengarnir,sum verða játtaðir, fara til endamálið, so leingi sum einki landsstýrisfólk hevur ábyrgd avbyggingini.
Vit mugu sleppa undan stillstøðuni. Av tí at løgmaður ikki røkir sína eftirlitsskyldu, kennirandstøðan seg noydda at leggja misálit fram, so Løgtingið kann staðfesta ábyrgdina og játtaneyðugu pengarnar.
Á Løgtingi, 19. desember 2018
Jørgen Niclasen
Bárður á Steig Nielsen
Jenis av Rana
Jógvan Skorheim
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald