Javnaðarflokkurin hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at tryggja fólki rætt til eitt minstagjald úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini.
Bæði Arbeiðsloysisskipanin og Barsilsskipanin eru skipanir, sum við støði í lóg umsita útgjald úr almennum grunnum. Báðar skipanirnar eru innrættaðar soleiðis, at fólk rinda ein prosentpart av lønini inn, og útgjaldið verður síðani útroknað eftir miðalinngjaldinum seinastu 12 mánaðirnar. Ein háttur, sum í flestu førum, riggar væl.
Men tað eru fólk, sum detta niðurímillum hesar skipanir, tí at tey av ymsum orsøkum ikki hava havt møguleika at arbeiða sum vant hesar seinastu 12 mánaðirnar. Tað kunnu til dømis vera ung og/ella lesandi, fólk, sum t.d. arbeiða á fiskavirki, har arbeiðið er óstøðugt, ella fólk, sum hava verið rakt av sjúku í eitt tíðarskeið. Tinglimir Javnaðarfloksins vilja nú hava, at hesi fólk verða tryggjað rætt til eitt minstaútgjald úr Barsils- og Arbeiðsloysisskipanini, og hava tí latið løgtinginum uppskot til samtyktar.
Í verandi støðu er tað soleiðis, at um útgjaldið úr annaðhvørt Barsilsgrunninum ella Arbeiðsloysisgrunninum er ov lágt til at uppihalda sær, verða fólk víst til Almannaverkið, har tey kunnu fáa forsorg, um tey annars uppfylla treytirnar fyri hesum.Treytirnar fyri at fáa forsorg eru millum annað, at ein ikki má eiga ogn fyri omanfyri 30.000 krónur.
Fólk, sum ikki hava upparbeitt sær eitt munagott grundarlag fyri útgjaldi úr Barsilsskipanini ella Arbeiðsloysisskipanini, eru í stóran mun ung fólk í burðarførum aldri ella lesandi. Tað er ofta í hesum tíðarskeiðnum, at fólk ætla at seta búgv og hava fyri neyðini at hava eina uppsparing til eginpening. Spurningurin er, um tað er skilagott at krevja, at fólk í hesi støðuni skulu brúka alla uppsparing fyri at lúka treytirnar fyri fyribils forsorg, skriva tinglimir Javnaðarfloksins í viðmerkingunum til uppskotið.Uppskotssetararnir halda, at tað tá er skilabetri at tryggja hesum fólkunum eitt minstaútgjald úr áður nevndu grunnum til fyribils uppihald, sum ikki er ávirkað av ognum annars.
Harafturat eru mong, sum hvørki uppfylla treytirnar fyri fyribils uppihaldi ella hava rætt til munagott útgjald úr almennu skipanunum, og sum tí mugu liva av náði frá sínum nærmastu.
??? Tað er ikki í lagi, at fólk skulu bundin av fíggjarstøðuni hjá øðrum í 2020. ??ll eiga at hava møguleika til at liva eitt lív í fíggjarligum frælsi, har tað ber til at lívbjarga sær sjálvum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Hon vísir tó á, at rættindi og skyldur altíð fylgjast at, og at kravið fyri at fáa útgjald úr ALS og Barsilsskipanini eigur at vera treytað av, at viðkomandi hevur bústað í Føroyum, og at viðkomandi annaðhvørt áðrenn ella aftaná eitt tíðarskeið við útgjaldi, hevur rindað ella fer at rinda inn í skipanirnar. Eisini verður víst á, at út yvir at áseta eitt minstamark við lóg ber eisini til at lata ung og/ella lesandi tekna sjálvbodna trygging, eins og sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu í dag.
Tinglimir Javnaðarfloksins vóna, at løgtingið tekur undir við uppskotinum, so at fólk, sum í dag detta niðurímillum, verða tryggjað eitt livigrundarlag, verða tey rakt av arbeiðsloysi ella gerast foreldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald