JN

Minst fýra bilar í ferðsluóhappi

...

2020-06-24 17:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Beint eftir klokkan 17 seinnapartin í dag fekk løgreglustøðin í Havn eina fráboðan um, at minst fýra bilar vóru í einum ferðsluóhappi við Hvalvík, tað skrivar portal.fo.

Sjúkrabilar, løgreglubilar og bilar frá sløkkiliðnum blivu sendir á staði.

Enn er tó óvist hvussu álvarsligur skaðin er. Minst fýra bilar eru innblandaðir í óhappið.

Orsaka av óhappinum eru nú langar bíðirøðir av bilum, bæði norðanfyri og sunnan fyri Hvalvík, skrivar portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder