Politikkur

Minst 100 mió. kr. um árið

...

2019-05-29 15:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvønn minutt fara flogfør gjøgnum okkara loftrúm og tey rinda yvir 100 mió. kr. fyri tað, men vit fáa ikki klinkin. Tað vilja vit broyta. Føroysk loftrúm skal vera føroyskt. Í verandi støðu eru vit partur av einum ódámligum býtishandli millum Danmark og Ísland.

Hesum vilja vit ikki lata okkum lynda á nakran hátt.

Danir royna at fyrigykla okkum, at loftrúmið gevur einki. Rætt er, at sambært ICAO, mugu vit ikki hava yvirskot av loftrúminum, men tær kunnu brúkast til alt loftferðsluøkið.

Inntøkurnar kunnu brúkast til at gera eina føroyska veðurstovu, til leiting og bjarging á sjógvi og landi, at reka vitaverk og navigatiónstænastu. Eisini kann peningurin nýtast til gransking á økinum. Alt útreiðslur, sum í dag eru á fíggjarlógini. Við yvirtøku, ríndar loftrúmi hesar útreiðslur, og sostatt gerst loftrúmið ein rein inntøka hjá Føroyum.

Tað vil Fólkaflokkurin tryggja.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder