Vinnumálaráðið lýsti seinasta vetur nýggjar reglur um nýtslu av dekkum í vetrarhálvuni.
Størsta broytingin er, at forboð verður sett fyri at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum.
Í hesum tíðarskeiði, kunnu vetrardekk ella píkadekk nýtast í staðin.
Í praksis merkir hetta, at krav er sett um, at bilurin skal vera skøddur við vetrardekkum, sum eru merkt við ???M+S???, ???MS???. M&S???, ???M-S??? ella ???Mud and Snow???, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm, um koyrt verður í hálku í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl.
Loyvt er framvegis at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 30. apríl.
Tað er framvegis loyvt at koyra við summardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, teir dagar tá hálka ikki er.
Mett verður, at ein kravd nýtsla av vetrardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, vil minka um talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum og er sostatt við til at økja um ferðslutrygdina, skrivar akstovan.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald