Vindurinruskar í trøini, regnið fossar niður, og áin fer brúsandi oman í ósan. Ein baldrutur dagur, og mínir tankar fara til tín, mín kæra mostir, Kristianna Nordendal.
Náttúrukreftirnar, og serliga óveður, var nakað, sum hugtók teg. Minnist, hvussu tú málandi greiddi frá, hvussu stór aldan hevði verið, hvussu stór áin var, og hvussu vindurin hevði tikið í bilin, ímeðan tú koyrdi vestur. Nógvar góðar løtur at minnast afturá, har vit báðar sótu við vindeygað, ímeðan náttúrukreftirnar leikaði í.
Kristianna Nordendal varð fødd í Sandavági 15. novembur 1936. Hon vaks upp hjá foreldrum sínum, Elsebu og Sigurd Nordendal og var elst av 6 systkjum. Systkin hennara eru Maria, Hildibjørg og Jógvan, síðan var tað Jórun, sum doyði 29 ára gomul, og Jógvan, sum doyði 9 mðr. gamal, og var og er samanhaldið teirra millum sera sterkt.
Kristianna gekk í barnaskúla í Sandavági og fór til Havnar á preliminer og studentaskeið 14 ára gomul. Eftir hetta var hon læraravikarur í Bø og Gásadali í eitt ár. Í 1956 fór hon til Keypmannahavnar at lesa til lækna. Eftir 20 ár við lestri og arbeiði sum lækni uttanlands, flutti hon heim aftur til Føroyar í starv sum kommunulækni í Havn.
Kristianna var lækni av yrki og hjarta, og eru vit mong, sum hava notið gott av hennara vitan, nærlagni og hjálpsemi. Og henni dámdi sítt arbeiði so sera væl. Plagdi at siga við okkum, at ???arbeiði er heimsins besta frítíðarítriv???. Og var hetta allarhelst eisini ein av orsøkunum til, at hon arbeiddi til hon varð 81 ár.
Men mostir var so nógv, nógv annað.
Mostir var eitt familiumenniskja. Fyrst David, og seinni ??luvá , Bertha, og Boas, vóru hennara eitt og alt. Hon livdi fyri løturnar og upplivilsini saman við teimum, og tey vóru mong. Hon var ein virkin partur í lívi teirra og gleddist um at búgva undir sama taki.
Mostur dámdi sera væl at ferðast og ferðaðist nógv og víða. Og hon brúkti til tíðir eisini starvið í sínari ferðing. Hon starvaðist m.a. sum lækni í New York, sum stevnulækni til HM í rallykoyring í Norðurnorra, arbeiddi sum lækni í Grønlandi, vitjaði á Galapagos oyggjunum, koyrdi bil ígjøgnum alt Stórabretland, bara fyri at nevna nøkur ferðamál.
At ferðast í bili, var nakað mostur dámdi sera væl. Hon hevði stóran áhuga í bilum, átti fínar bilar sjálv, og minnist eg afturá, tá ið hon kom aftur til Føroyar í 70´inum í einum reyðum Triumph Spitfire cabriolet.
Sjálv havi eg verið á fleiri ferðum saman við mostur, bæði til operu í Tallin, ballet í Keypmannahavn, sóldyrkan á Mallorca, spa uppihald, fyri ikki at gloyma fleiri av okkara túrum saman hjá Hildibjørg mostur í Norra.
Mostur var framúr kreativ, og henni dámdi alt tað vakra. Hon hevur gjørt fleiri listarverk, bæði bundin, vovin og seymað.Eg minnist aftur á løturnar, tá mamma og hon gjørdu stór patchwork teppir saman. Borð, stólar og gólv vóru full av smáum vælseymaðum stykkjum, sum síðani vórðu sett saman til eitt listarverk, og síðan givin í gávu til onkran í familjuni.
Eg minnist á løturnar, har vit báðar tosaðu og arbeiddu við dekoratión av ymiskum hølum. At síggja hvussu dugnalig tú vart at evna tær vakrastu rósurnar úr silkipappíri, er ein uppliving eg seint gloymi.
Eg minnist løturnar við temunni og stokkum og løturnar við myndavevunum. Eg eri takksom fyri myndirnar, púturnar, teppini, klæðini og alt annað sum tú hevur gjørt, mostur. Alt er mær nú enn meira dýrabart.
Mangan hevur tú verið mær góð í ráðum. Og er tað serliga í mínum vaksna lívi at tú hevur havt eina serliga ávirkan á meg.
Heima hjá okkum hevur mostur, Kristianna, ommudidd, altíð havt eitt serligt pláss.
Vit hava notið tína góðu og hjartaliga samveru ígjøgnum tíðina, og fyri børnini her í húsinum vart tú nakað heilt serligt. Tú vart teirra bonusomma við tínum áhuga, umsorgan og gávumildni.
Vit minnast aftur á øll jólini vit hava hildið saman, allan láturin og matin, og mandlugávuna, sum tú altíð komst við. Altíð fanst tú upp á okkurt stuttligt.
Góða mostir, vit hava mist ein týðandi part av okkara familju og tú verður nógv saknað.
Minnini eru nógv og rík, og tey missa vit ikki.
Mínir tankar og hjartaliga samkensla er við tær og tínum David, nú tit hava mist eina elskaða mammu, vermammu og ommu.
Vit drýpa høvur í sorg og æra minni hennara.
Hvíl í friði, allarbesta mostir.
Birita
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald