JN

Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni verður sunnudagin

...

2018-06-28 07:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin 1. juli er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Síðani Minningardagin í fjør eru tvey deyð í ferðsluni sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.Tað er vanlukkuligt at missa fólk í ferðsluni fyri eitt samfelag ??? og í einum lítlum samfelagi sum Føroyar, verða øll ávirkað.

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og í øðrum lagi at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist og tey, sum sita eftir.

At eingin skal doyggja ella fáa varandi mein krevur áhaldandi arbeiði frá fleiri síðum. At talið á deyðum hevur verið lækkandi seinastu árini, ger tað uppaftur meiri avbjoðandi at vísa á týdningin av miðvísum átøkum fyri tryggari ferðslu. Tess færri vanlukkur vit uppliva, tess størri er avbjóðingin at skapa minking.

Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder