2020-05-05 14:22

Fyrireikingarnar til royndarverkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi halda fram hóast Korona
Í løtuni verða sokallaðar friktiónsroyndir gjørdar av botninum, áðrenn gjørt verður klárt til at leggja fundamentini á botnin.
Skipið C Fenna siglir millum Orknoyggjarnar og Føroyar við útgerðini. Hesa ferð eru vektir og onnur útgerð umborð, og í næstu viku koma sjálvi fundamentini og restin av ballastvektunum. Um viðrar verða fundamentini løgd út í næstu viku.
Í teimum førum, neyðugt er at uppskipa útgerð, verður tað gjørt innan fyri eitt girt øki á nýggja kaiøkinum í Vestmanna. Manning og arbeiðsfólk umborð á C Fenna fara ikki út um girðingina, og loyvt er ikki øðrum at fara inn á avmerkta økið, tað skrivar SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald