2016-02-02 20:29
KVF: Castings, fittings og shows. Tað eru lyklaorðini í gerandisdegnum hjá Egor Venned. Hann ferðast kring knøttin, Elite Copenhagen er skrivstovan, hann umboðar, heimsins mótamiðdeplar eru hansara arbeiðspláss og sniðgevarnir handan størstu og dýrastu merkini vilja hava miðvingin at ganga í teirra klæðum.
Egor Venned greiddi í morgunsendingini frá tilveruni sum model, hvussu ein gerandisdagur er, um hvussu nógv stríð, hvussu nógvir tímar eru aftan fyri eina mynd ella eitt show og eisini, hvussu tað er at vera at koma heim, vera saman við vinmonnunum, eta ósunt og gera júst tað, hann hevur hug til, lurta á kvf.fo her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald