2020-07-17 20:32

Meinhard Johannesen úr Miðvági var hepni gekkaspælarin ið kom ígjøgnum við fullari plátu.
Høvuðsvinningurin var 2,5 mió. kr., men miðvingurin valdi at deila peningin upp, soleiðis at 850.000 krónur vóru í hvørjum leypi.
Í triðju og seinastu roynd eydnaðist tað Meinhardi at koma á gula leypin, sostatt vann Meinhard í kvøld 850.000 krónur.
Vit ynskja Meinhardi tillukku við stóra vinninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald