2019-04-11 19:23

Miðvingar sleptu hornaseyði á Miðvágsurð í gjár.
Teir fóru av Oyrargjógv beint eftir døgurða við bátinum Grønhólmi hjá Jákupi Egholm, teir sleptu 12 seyðum, líkindini at sleppa á land vóru av teimum bestu, ættin hevur verið liggjandi landsynningur, sum er besta ætt á urðini.
Alt gekk uppá stás, teir løgdu eisini rottugift, tað plaga teir at gera, bæði hesa tíðina og eisini leggja teir rottugift um heysti.
Teir komu longu um 5-tíðina aftur á Oyrargjógv.
Myndirnar hevur Jón Eli Ole-Jacobsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald