Lýsing

Miðgarður søkir eftir 2 námsfrøðingum og avloysarum

...

2021-06-03 06:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Talan er um ein námsfrøðing til barnagarðsstovu, og ein námsfrøðing til serstovu. Størvini eru fulltíðarstørv, við møguleika fyri niðursettari tíð. Søkt verður eisini eftir avloysarum. Størvini verða sett frá 9. aug. 2021

Um okkum???
Miðgarður er ein dagstovnur í Miðvági. Tað eru 8 stovur, 3 vøggustovur, 4 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu.

Barnagarðsstovur eru aldursuppdeildar og vøggustovur við børnum 10 mðr.- 3 ár.

Vit hava 4 ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja bókasavni í skúlanum og venja á vøllinum.

Miðgarður er ein stovnur har námsfrøðin er í støðugari menning, og vænta vit at tú ert ein virkin partur av fakligu menningini. Í ár hava vit verið partur av verkætlan PNN hjá Jóhannes Miðskarð, har vit hava arbeitt við at vera professionellur í foreldrasamstarvinum, hetta vilja vit áhaldandi styrkja okkum í.

Vit arbeiða við:

At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.

Vit ynskja av tær:

At tú arbeiðir útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.

At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg fakliga, og vera við til at menna stovnin.

At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.

At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, viðvirðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo

Løn og setanartreytir

Lønin og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00. Setanarøkiðer Vága kommuna. Tann setti skal kunna tola broytingar í starvinum.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520. Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella sum teldupost á [email protected], í seinasta lagið fríggjadagin 18. juni 2021 kl.12:00.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv. Merk brævbjálvan ella teldupostin: ???umsókn???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder