Mentan

Metvinningur í gekkinum

...

2016-03-21 18:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ongantíð áður hava føroyingar havt møguleikan í føroyskum eydnuspæli at vinna 1,8 milliónir krónur, so ikki er tað løgið, at gekkafepurin herjar kring landið.

Av tí at nógv spæla gekk, hevur Kringvarp Føroya nógvar inntøkur. Í minsta lagi 40% av avlopinum frá eydnuspølum verða lutað út aftur sum vinningar.

Samstundis sum gekkurin er høgur, hava føroyingar nógv góð hugskot; fólk ynskja sær størri vinningar, meira undirhald, fleiri sendingar o.s.fr. Takk fyri áhugan og mongu hugskotini.

At alt fleiri føroyingar spæla, tí upphæddin á gekkahjólinum hækkar, hevur við sær, at Kringvarp Føroya kann gera meira føroyskt tilfar, tí meirinntøkurnar frá gekkinum verða í stóran mun brúktar til føroyska framleiðslu og til tøkni, ið betrar um góðskuna.

Avlop frá gekkaspælinum hevur higartil fíggjað m.a. sjónvarpsbarnarøðina ???Hey??? og barnaheimasíðuna ???Vit???. Peningur er eisini brúktur til undirhaldssendingar, og avlop frá gekkaspælinum fíggjaði eisini í høvuðsheitum fólkatings- og løgtingsvalsendingarnar hjá Kringvarpi Føroya í fjør.

Heldur gekkurin sær, sum hann ger í løtuni, fær Kringvarp Føroya fleiri inntøkur, og tað hevur við sær, at føroyingar fáa tað aftur í meira føroyskum tilfari.

Kringvarp Føroya vil at enda nýta høvi til at ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder