Vinna

Meting um tilfeingið fyri viku 48

...

2014-11-23 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samandráttur:Línuskip: Vit vantað nógv av línufiski mánadagin, men restina av vikuni verður helst einki ísfiskalínuskip at landa. Teir, sum landa mánadagin, hava mest av toski, hýsu og so nakað av svartkalva, blálongu, brosmu og longu. Annars fara línuskipini út tá streymurin batnar. Tvey frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt er undir Føroyum.

??tróður. Streymurin verður sera harður fyrst í vikuni, men verður brúkiligur síðst í vikuni. Veðri verður gott, so tí vantað vit nakað av útróðrafiski hóast harðan streym.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.

Partrolarar: Eitt par landar mánadagin og so landa nøkur seinni í vikuni. Fiskaríið er vánaligt.

Trolbátar: Helst landa 1-2 mánadagin og so 1-2 mikudagin. Teir hava mest av havtasku, toski og longu. Helst fer onkur annar trolbátur út um vikuskiftið.

Garnaskip: Tað eru 3 garnaskip á svartkalvaveiðu. Eitt, møguliga tvey, landa síðst í vikuni. Tað triðji frystur umborð.

Kelda: Fiskamarknaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder