Samandráttur:Línuskip: Bara eitt línuskip er til fiskarí undir Føroyum (fríggjadag 21/08) og kemur tað at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. 9 línuskip eru við Eysturgrøndi og landa øll, sum ísa umborð, fiskin í Íslandi. Annars so fara vantandi nøkur línuskip út í næstum. Helst fer onkur til Íslands.
??tróður. Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðrið sær gott út fyri vikuna, so helst verður nakað av útróðrafiski. Tað er ein blandingur av toski og hýsu sum bátarnir fáa. Onkur fær nakað av kalva.
Djúpvatnstrolarar: Fýra eru til fiskarí. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa. Ein fiskar mest av upsa og so nakað av toski og hýsu. Ein landar miðskeiðis í vikuni, meðan hinir landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.
Partrolarar: Partrolarnir hava smáligt fiskarí, tó fær okkurt parið brúkiligt fiskarí. Teir fáa nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski. Teir landa sum vikan líður. Trý pør eru á gulllaksaveiðu.
Trolbátar: Ein er á landleiðin og fiskar mest tosk, reyðsprøku, tungu og havtasku. Hann landar síðst í vikuni. Trýggjir trolbátar eru á rygginum, meðan tveir eru norðanfyri. 2-3 landa mánadagin og so landa hinir seinni í vikuni.
Garnaskip: Eitt fer til fiskarí í vikuni og kemur helst at landa síðst í vikuni. Hann fiskar svartkalva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald