Lýsing

MEST gongur nýggjar leiðir fyri at fáa starvsfólk til bygging av nýggja havrannsóknarskipinum

...

2019-07-10 12:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MEST ger øðrvísi filmslýsing fyri at fáa fatur á góðari starvsmegi

Tað er nógv virksemi í Føroyum og nógv verður gjørt fyri at fáa fatur á tí røttu arbeiðsmegini. Á MEST hava tey fyrr í vár sett búeindir upp til 48 starvsfólk á Skála. Her húsast útlendingar, sum eru í Føroyum og arbeiða hjá MEST í samband við nógva virksemi.

Í september kemur skrokkurin til nýggja havrannsóknarskipið til Føroyar har skipið skal gerast liðugt á Skála. Hetta arbeiði væntast at verða liðugt á sumri 2020. Í hesum sambandi hevur MEST brúk fyri uppaftur fleiri starvsfólkum enn teimum 300 starvsfólkunum, sum starvast á MEST í dag. Í hesum sambandi hevur MEST valt at framleiða eina filmslýsing saman við føroysku fyritøkuni Polarfilms.

Filmurin sæst á Youtube. ???Hetta er ein miðil vit ikki áður hava brúkt til at lýsa eftir fólki. Nú verður spennandi at síggja hvussu fólk taka ímóti lýsingini, sigur Mouritz Mohr, stjóri???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder