
Í døgunum frá mánadegi 29. apríl til sunnudagin 5. mai er Mentanarvika í Vági. Komandi dagarnir verður varpað ljós á ymisku tættirnar í skránni. -Og skráin er fjøltáttað og spennandi og fevnir um bæði tónleik, konsertir, framsýning, fyrilestur um list, ítrótt og rørslu og mangt annað ??? og ikki minst er eitt nýtt spennandi annarleiðis tiltak á skrá undir heitinum Matgonga.
Millum spennandi tiltøkini Mentanarvikuna er áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni undir heitinum: ???Asnaspark til list og listabrúk??? ??? Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum????. Tað er listamaðurin Ole Wich, sum kemur at hava hendan fyrilesturin um list í almenna rúminum.
Fyrilesturin verður í Miðlatúni mánadagin 29. apríl kl. 19.30.
Umrøða av tiltøkum í Mentunarvikuni verður á heimasíðuni hjá Vágs kommunu,www.vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald