Tá talan er ummenningarkvotur, eru Føroyar deildar upp í 7 øki, har Eysturoy og Norðoyggareru økið 6 og 7. Samgongan hevur gjørt av, at økið 6 og 7 ikki skulu kunnasøkja um stuðul til menning av okkara tilfeingi.
Ein grundgeving fyri, hvíhesi øki ikki skulu hava atgongd til menningarkvotunar, var at arbeiðsloysi varso lágt í hesum øki. Tíbetur kunnu vit í Føroyum í dag staðfesta, atarbeiðsloysi er nærum onki, óansæð hvat øki talan er um. Tí eigur henda forðingat verða tikin burtur longu í inniverandi ári.
Hyggja vit at, hvørjifeløg í landinum hava brotið upp úr nýggjum, kundi eg hugsað mær at nevntTavuna og Høvdavirkið í Leirvík. Hesi virki hava skapt fleiri hundrað arbeiðsplássog milliardir av inntøkum til føroyska samfelagið við nýggjum vørum, sum lítiðvirði høvdu frammanundan. Hví skal tað ikki vera gjørligt hjá slíkumíverksetarum at fáa atgongd til menningarkvotur ??? samfelagnum og føroyingum atframa.
Vit kunnu ikki liva við,at fólkið í pørtum at samfelagnum, ikki hevur atgongd til menningarkvoturnar. Serligatá tað tey nógvu síðstu árini hevur víst seg, at serliga hesi økini hava veriðtey, sum hava gingið á odda, fyri at skapt nýskpandi vinnur.
Menningarkvoturnar eruein av mongu misseydnaðu pørtum av nýskipanini hjá verandi samgongu. Besta loysninhevði verið, at avtakið menningarkvoturnar aftur, men um vit velja at varðveitatær, tá eiga vit avgjørt, at gera tær atkomuligar hjá virkisfýsnum persónum,sum hava víst í verki, at teir bæði vilja og duga at menna fiskivinnuna íFøroyum.
Jaspur Langgaard
Løgtingsvalevni fyriSambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald