2020-03-05 09:44

Fær SÍ ikki stig, tá oddaliðið Mjølnir vitjar í kvøld kl. 18, so fara møguleikarnir hjá steypavinnarunum úr Sørvági at vinna seg í FM-finaluna at fækkast, tí so kemur SÍ í mesta lagi upp á 25 stig, um liðið vinnur allar írestandi fýra dystirnar. Og so skal KÍF, sum í løtuni liggur á øðrum plássi við 20 stigum, bert vinna tveir av sínum fýra dystum (3-0 ella 3-1), fyri at halda seg frammanfyri SÍ.
Vinnur SÍ sær hinvegin trý stig, so skal sjálvt Mjølnir til at ansa sær, um teirra finalupláss ikki skal koma í váða, tí bæði KÍF og Dráttur eru beint í hølunum ávikavist tvey og trý stig aftanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald