Landsstýrið hevur latið fíggjarnevndini hjá løgtinginum sítt broytingaruppskot til fíggjarlógina 2020 og nýggjar inntøkumetingar. Sjúkrahúsverkið og landsvegahaldið fáa meira pengar. Eisini raðfestir landsstýrið børn og ung, sum hava avbjóðingar.
Framskrivaða fíggjarlógin er knappar 300 milliónir hægri enn samtykta fíggjarlógin fyri 2019. Hesar útreiðslur eigur sitandi samgonga onki í. Inntøkurnar hækka við 186,5 milliónum sammett við fíggjarlógaruppskotið, og samgongan hevur valt at raðfesta rakstur og løgur fyri 134 milliónir krónur. Fyrst í komandi ári ætlar landsstýrið undir eina tilgongd at fremja tillagingar í rakstrinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hóast stutta skotbráðið hevur landsstýrið tó gjørt fleiri raðfestingar, sum koma at merkjast.
Til dømis er gjørt av at økja játtanina til Landssjúkrahúsið við umleið 55 mió. krónum í mun til fíggjarlógina í ár. Pengarnir eru til økta virksemið í sjúkrahúsverkinum og átøk at fremja viðgerðartrygd.
Eisini verða fleiri pengar settir av til stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar. Pengarnir fara m.a. til átakið ???Megna títt lív???, ið vendir sær til ungfólk við sálarligum, sosialum og rústrupulleikum.
Og so skal viðlíkahaldið av landsvegakervinum raðfestast. Landsstýrið hevur avgjørt at seta 8 milliónir krónur aftrat framskrivaðu játtanini til viðíkahald av vegum, brúm og tunlum. Viðlíkahaldið á landsvegakervinum hevur verið afturúrsiglt í nógv ár, men nú fer landsstýrið undir eina miðvísa gongd at fáa eftirsleipið burtur.
Fróðskaparsetrið verður eisini raðfest komandi árini. Pengar verða settir av at arbeiða við Bologna avtaluni, sum er ein tilgongd at fáa útbúgvingarnar á Setrinum altjóða góðkendar.
Harumframt verða raðfestar 2,4 mió.kr. at menna útbúgving í føroyskum til teir borgarar í Føroyum, sum hava føroyskt sum annaðmál.
-Í broytingaruppskotinum er eisini tikið hædd fyri, at pensjónistar fáa meira at liva fyri og at skattalætti verður latin til lærlingar, sigur Jørgen Niclasen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald