Vinna

Meira enn 10.000 tons av svartkjafti verða landað í Fuglafirði komandi dagarnar

...

2020-02-26 08:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú veðrið er batnað á svartkjaftafeltinum í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, har øll tey føroysku skipini hava roynt, hevur fiskiskapurin verið góður, vit hava roknað okkum fram til, at teir komandi dagarnar verða tað landað meira enn 10.000 tons til Havsbrún.

Christian í Grótinum er komin heim, Høgaberg kemur á middegi, Fagraberg er á veg heim, tað eru Gitte Henning og Finnur Fríði eisini, so tilsamans er helst talan um meira enn 10.000 tons, so skipini koma at bíða eftir landingartørni í Fuglafirði.

Fleiri íslendsk skip, sum hava roynt um somu leið, eru ávegis til Ísland. Fleiri russisk skip eru eisini á feltinum, tey plaga at koma til Føroyar at umskipað.

Prísurin á svartkjaftinum í Føroyum liggur um 180 oyru, í Norra 229 oyru og í Írlandi 178 oyru fyri kilo. Hvat prísurin er í Íslandi vita vit ikki beint nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder