???Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.???Matteus evangelistur kapitul 18.
Jesus brúkar hørð orð um okkum menniskju, tá ið vit eru meinbogar fyri børn hansara. Nakrar ferðir gjøgnum evangeliini eru áminningarnar ógvisligar. Lesa vit allan tekstin í evangeliinum omanfyri, hoyra vit nøkur av teimum harðastu og mest revsandi orðum, ið koma av munni hansara. Hann sigur: ???Tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa havið.??? So álvarsamt er tað, at vera meinbogi fyri børn hansara. Í einum øðrum føri talar Jesus um tann, ið svíkur menniskjusonin, at betur var um hesin ongantíð var føddur.
Norðurnorski biskupurin Monrad Norderval, sum livdi frá 1902 til 1976, sendi einaferð út eitt hirðabræv. Har nevndi hann millum annað dreingin Anders, Anders, sum eingin nevndi Anders, men sum øll kallaðu Lorta-Anders, dreinginum, sum tað gekk ein so ringur luktur frá, tí hann var sjúkur, ja, deyðamerktur. Norderval sigur frá, hvussu tey í fríkorterinum í skúlanum slógu ring um Anders, háaðu hann, flentu at honum og gjørdu gjøldur burtur úr honum. Tá ið tey at enda ikki tímdu meira við teirra pínandi spæli og runnu aðrastaðni, stóð Anders eftir sum eitt djór, ið er sært til deyða. Norderval sigur frá degnum, tá ið Anders ikki longur kom í skúla. Hann sigur frá jarðarferðini, og so leggur hann afturat til seinast: ???Anders, fyrigev, fyrigev! Í dag liggja gamlir menn á náttartíð og gníggja hendur sínar í pínu og iðran, og fáa ikki blund í eyguni.???
Tosaði einaferð við ein tilkomnan sjómann. Hesin segði frá, hvussu tað gekst sær, tá ið hann sum fjúrtan ára gamal var sín fyrsta túrin til skips. ???Ein av manningini valdi sær meg at meinsøkja, og fekk so við og við aðrar við sær. Í fyrstuni royndi eg at stríðast ímóti, men eg var ikki so likamliga sterkur, orkaði tí ikki at verja meg. At enda gav eg meg bara yvir, og lat teir gera við meg sum teir vildu. Teir píndu meg, lótu meg onkuntíð úr tí mesta av klæðunum og gjørdu gjøldur burtur úr mær. Hetta fór fram allan túrin í tríggjar mánaðir. Tað var so eyðmýkjandi. Onkuntíð var eg so keddur, at eg visti ikki, hvat eg skuldi gera av mær.???
Jesus kendi eisini tey, sum vóru honum til meinboga. Hann varð háðaður meira enn nakar meðan hann gekk á fold. Flent var at honum, gjøldur var gjørt burtur úr honum. Hann hoyrdi niðrandi orð og háðandi viðmerkingar. Serliga stórt var hatrið frá teimum jødisku prestunum og leiðarunum. Tá ið rómversku hermennirnir fingu hann í sítt vald, speiróku teir hann almikið. Og meðan hann hekk á krossinum, var hann til bæði spott og spei av teimum, ið gingu framvið: ???Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!???
Men Jesus var ongum ein meinbogi, men mong tóku sær meinboga av honum. Við atferð síni var ongantíð høvi givið, at hann kundi spotta. Hann framdi onga illgerð alt sítt foldarlív. Hann er einasta menniskja, sum hevur kent framtíð sína, og var tí alt lívið greiðir yvir, at hann fór at verða spottaður, og at enda tikin av døgum. Kortini bað hann á krossinum fyri teimum, sum spottaðu hann og drópu hann: ???Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera!???
Tað pínur at verða meinsøktur. Menniskju, ið eru øðrum ein meinbogi, vita ikki altíð, at tey eru tað. Okkurt í teimum sjálvum er fløkt og er vorðið eitt kaos. Tí hevur júst hetta menniskja heilsubót fyri neyðini, og hevur tørv á at leita upp hin stóra sálarlæknan.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald