Leygarkvøldið 20. februar verður føðingardagsveitsla hjá einum óskikkiligum føðingardagsbarni í Reinsarínum. MC-Hár verður tá 25 ár, og tað skal haldast við eini rimmar føðingardagskonsert á tremur við kærleika.
Grópað verður djúpt niður í lagaskjáttuna, tá vit bjóða eitt serligt kvøld við einum rokkbólki, ið hevur verið við til at mynda tónleikalívið í Havn síðan 16. februar 1991. Her verður við kærleika kýnt fyri sansunum hetta kvøldið.
Tað vóru rappararnir MC-Allah og Niels Uni Dam, sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so valdu teir heldur at rappa.
Eg rappi, tí eg ikki dugi at syngja, eg rappi fúlt, tí eg ikki dugi so væl at rappa.
Niels Uni Dam
Í byrjanini, vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við bólkum sum Paria og Panic. Men skjótt tók ein bólkur skap. Tá Tróndur Bogason kom við á heysti í 1991 tók lagsskrivingin veruliga dik á seg.
Síðan hevur bólkurin spælt 11 ólavsøkukonsertir, 2 Við Múrin, ??tvarpskonsert 1992, Tungmálm 92-93, 2 Prix Føroyar finalur, allar fyrsta G! Festivalin, 1 Summarfestival, Norðoyastevnufestival, 2 Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalar, 1 Spot Festival, Rock í Føroyum konsert, Tutl 25 ár konsert, í Sjónleikarahúsinum, í Ítróttarhøllini á Hálsi, á Kambsdali, í Lognbrá, Bládýpinum, Djónastovu, í TB-Húsinum, í Høllini í Hvalba, í Loppen, ja sjálvt á Chef Aid í Reinsarínum og nógv, nógv onnur støð.
Umframt luttøku á nógvum livefløgum, hevur MC-Hár lagt tvær útgávur eftir sær.Framvegis uttan vitogBurn me. Manningin var í nógv ár skiftandi, men í 2003 fall núverandi manning endaliga uppá pláss. Teir eru:
Niels Uni Dam, rappað í MC-Hár síðan 1991
Rókur Jákupsson Jakobsen, sungið í MC-Hár síðan 2001
Tróndur Bogason, spælt ljómborð og sungið í MC-Hár síðan 1991
Jens Virgar Jakobsen, spælt gittar í MC-Hár síðan 1999
Jónas Bloch Danielsen, spælt gittar í MC-Hár síðan 1998
Heri Reynheim, spælt bass í í MC-Hár síðan 1996
Rani Hammershaimb Christiansen, spælt trummur í MC-Hár síðan 2002
Tilsamans hevur MC-Hár havt 9 keybordspælarar, 3 rapparar, 13 gittarspælarar, 11 trummuspælarar, 8 bassspælarar, 6 blásarar og leysliga mett 40 sangarar. Umframt hetta eru sjálvandi 8 stripparar og nógvir dansarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald