Mentan

MB og Eik í samstarvi um jólasmáttur niðri við Vatn

...

2015-11-24 04:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gróthúsini niðri við Vatn í Vágum eru sermerkt, vøkur og hugnalig, har tey liggja, og eru til stóra gleði og gagn um summarið. Í myrkrinum um veturin síggjast tey vanliga ikki, men hetta er nú broytt.

Saman við Eik hevur bóltfelagið MB tikið stig til at jólaprýða gróthúsini niðri við Vatn við ljósketum, soleiðis at formurin á húsunum kemur so vakurt fram, og til gleði fyri fólkið í oynni, eins væl og ferðandi, sum koma framvið.

At húsini daga fram ljósskrídd sær heilt spennandi út og er við til at skapa ein serligan og heimligan jólahýr. Hetta er ein serlig jólaheilsan til lokalsamfelagið eins væl og allar føroyingar, sum koyra ella flúgva framvið.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder