
Marine Harvest hevur tørv á einum maskinmeistara at taka sær av teknisku útgerðini, stýringunum og viðlíkahaldsskipanini á smoltstøðini á Hellunum
Tú kemur at arbeiða á heimsins størstu alifyritøku, har tú kemur at hava samband við og deila vitan við aðrar smoltstøðir kring allan heimin. Tú skalt taka tær av allari tekniskari útgerð og stýringum á smoltstøðini umframt hava ábyrgd av viðlíkahaldsskipanini fyri allan tekniskan útbúnað á støðini.
Arbeiðsumstøður
Smoltstøðin er á Hellunum. Hon er 12.700 rúmmetrar og framleiðir umleið 3 milliónir smolt um árið. Ársframleiðslan er um 1.600 tons í sjey vatnskipanum.
Arbeiðið verður fjølbroytt, tí samstundis sum tú tekur tær av øllum tí tekniska, tekur tú tær eisini av fiskinum. Tú skalt tí eisini hava áhuga fyri lívfrøðini.
Tú verður partur av einum toymi, har ein vaktarskipan er, og tú fert at hava vakt eina viku um mánaðin. Tú mást tí kunna arbeiða skeivar tíðir og í skiftisvaktum.
Tínir førleikar
Tú ert maskinmeistari ella hevur líknandi útbúgving. Góðar KT-førleikar og dugir at arbeiða við plc-stýringum. Annars vera fyrikomandi og jaligur og megna at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi. Tú mást duga enskt, tá samskift verður við aðrar partar av Marine Harvest.
Umsóknir skulu sendast til kirstin(at)marineharvest.fo.Tú byrjar alt fyri eitt.
Løn sambært avtalu.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Jóhan Toftegaard, leiðara á støðini, á +298 79 10 50.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi19. juli 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald