Lýsing

Marknaðarfólk til Hiddenfjord

...

2021-03-22 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um eitt nýtt spennandi starv. Tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt, men kemur eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við søludeildina, fyri at stuðla og menna søluna av okkara vørum.

Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðið verður í Sørvági og roknast má við nakað av ferðing.

Starvið: Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum marknaðarfólki við viðkomandi førleikum og royndum. Í tøttum samstarvi við hini í felagnum, fert tú m.a. at skapa, samskipa og miðla marknaðarføringsátøk, lýsingartilfar og kundaátøk. Starvið er mennandi og spennandi, um tú trívist við at marknaðarføra til málbólkar úr øllum heiminum. Umframt altjóða marknaðin, kemur tú eisini í ávísan mun, at røkja samskifti og marknaðarkunning í Føroyum.

Krøv: Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við marknaðarføring og:

  • dugir at samskifta á skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum

  • ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi

  • hevur hug at arbeiða við øllum økjum innan marknaðarføring

  • dugir væl at leggja arbeiða til rættis, samskipa og halda freistir

  • hevur innlit í marknaðarføring á sosialu miðlunum

  • dugir væl at fáa hugskot og seta tey í verk á ein nýskapandi og kreativan hátt

  • hevur góð evni til at seta teg inn í nýggj viðurskifti, og altjóða rák

  • hevur ein jaligan hugburð og ert álítandi

    Løn og setanarviðurskifti

    Hiddenfjord bjóðar eitt áhugavert starv í einum felag í støðugari menning, og sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum, og har tú hevur stóra ávirkan á tín arbeiðsdag.
    Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

    Umsókn

    Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til ??la Hansen, Søluleiðara, tel. +298 221771 [email protected], ella til Atla Gregersen, stjóra, á tel. +298 210257 ella [email protected].
    Umsóknarfreistin er mánadagin 12. apríl 2021. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder