Mentan

Marjun Bæk til Fuglafjarðar

...

2016-03-15 20:05 Author image
placeholder
Søkt hevur verið eftir presti til at røkja Fuglafjarðar prestagjald í einar níggju mánaðir. Sóknarpresturin fer í barnsburðarfarloyvi um miðjan mai. Ein umsókn kom til kallið.

Á felags fundi í Fuglafjarðar kirkju í gjár, hin 14. mars 2016, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Bæk í embætið sum virkandi sóknarprestur í prestagjaldinum ta tíð, ið sóknarpresturin er í farloyvi. Prestagjaldið fevnir Fuglafjarðar, Leirvíkar og Elduvíkar kirkjusókn.

Í tænastu upp til eitt ára starvstíð er tað biskupur, ið eftir skipaðum reglum er setanarmyndugleiki.

Miðað verður eftir, at Marjun Bæk er virkin í kallinum á hvítusunnu. Tað verður dómprósturin, ið skipar hana í tænastu, tað skrivar www.folkakirkjan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder