Mentan

Marius Rein heldur grækarismessurøðuna

...

2016-03-12 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldi í Havn leygardagin 12. mars, har skótarnir saman við borgarum í býnum heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið.


Frá gamlari tíð er sagt, at Tjaldrið, tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu.

Kl 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni. Gingið verður úr Vágsbotni í Bøgøtu, Tróndargøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatún, Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið.

Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15. Í ár verður tað Marius Rein, íð fer at halda grækarismessurøðuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder